30. apr. 2024
Bilsmiðútbúgvingin á Glasi.
Útbúgvingin er ein sera breið, spennandi og avbjóðandi útbúgving. Breið, tí alskyns tøkni er samla í einum akfari.
Spennnandi, tí tøkniliga verður tú væl ílætin og fer at kenna tøknina aftur, bæði á sjógvi og á landi.
Avbjóðandi, tí tú lærir nógva ymiska tøkni, og ikki minst, tí tøknin mennist alsamt.
Í útbúgvingini sum bilsmiður fært tú gjøgnum skúlagongd og verkliga læru vitan og førleikar innan eitt nú eftirlit, viðlíkahald og umvæling av persón- og vørubilum undir 3.500 kilo.